Skráseting og varðveiting av pappírsskjølum

 

Ein høvðusuppgáva Tjóðskjalasavnsins er at tryggja, at tey savnsskjøl, ið eru avhend verða varðveitt á tryggum goymslum og á slíkan hátt, at tey kunnu vera tøk hjá myndugleikum og almenningi í óavmarkaða tíð.

Almennir stovnar skulu avhenda skjøl síni til Tjóðskjalasavnið í seinasta lagi, tá tey eru 30 ára gomul.

Tað áliggur øllum almennum stovnum, bæði landsstovnum, ríkisstovnum í Føroyum, kommunum og kommunalum felagsskapum at hava skil á og varðveita øll skjøl, sum eru nýtt í dagligu fyrisitingini.

lógir og reglur.

Samband:

Tú kanst venda tær til Tjóðskjalasavnið, um so er, at tú ynskir fleiri upplýsingar víðvíkjandi avhendan, skráseting og varðveiting av pappírsskjølum:

  • Tjóðskjalasavnið
  • Tel: +298 340 540
  • [email protected]
  • Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.