Langtíðarætlanin hjá Tjóðskjalasavninum um móttøku og varðveiting av skjølum, ið eru talgild av uppruna.
Við skjøl, ið eru talgild av uppruna, meinast, ikki almannakunngjørdar upplýsingar, ið eru gjørdar ella fingnar til vega í talgildum formi í sambandi við virksemið hjá einum myndugleika, felagskapi ella samskipan, einum granskara ella av virki hjá privatum persóni.
Visiónin er at tryggja:
"At talgild gjørd skjøl, ið hava fyrisitingarligt, rættarligt og søguligt virði, verða varðveitt á ein hátt, ið tryggjar, at tað virðið sum tey umboða, kann verða framt bæði nú og í framtíðini"
Les alla langtíðarætlanina her.