Tá stovnar avhenda skjalasavnsútgávur av kt-skipanum við skjølum, verða skjøl vanliga ikki vrakað. Tað vil siga, at øll skjøl skulu koma í eina skjalasavnsútgávu av skipanini. Tað kunnu tó vera umstøður, har Tjóðskjalasavnið ger av, at bólkar av skjølum ikki skulu vera partur av eini avhending.
Fyri at tað, kostnaðarliga sæð, skal loysa seg at vraka skjøl, skal talan vera um størri mongdir av skjølum, sum lættliga kunnu takast burtur úr heildini. Grundgevingin fyri vraking er sostatt fíggjarliga treytað, tí tað kann verða ov kostnaðarmikið at framleiða skjøl til skjalasavnsskapið/formatið.
Tjóðskjalasavnið hevur, við heimild í skjalasavnslógini, m.a. sum endamál at áseta reglur um varðveitslu av almennum skjalasøvnum. Sí lógir og reglur.
Les meira: "Stutt og greitt um vraking av skjølum".
Ella