Skip to main content

Hvat er eitt privat skjalasavn?

 

Eitt privat skjalasavn inniheldur serstakt tilfar, sum almennu myndugleikar ikki eiga. Tey eru skapað ella fingin til vega av virkjum, áhugafeløgum, felagsskapum, rørslum, privatpersónum og øðrum.

Innihaldið kann vera kunningarberandi tilfar í pappírsformi ella í talgildum formi. Tað kann vera tilfar sum til dømis brøv, teldupostar, ljóðupptøkur, mál ella dátur í dátugrunnum. 

Prentað/útgivið tilfar og lutir eru ikki savnsskjøl, og skulu ikki latast Tjóðskjalasavninum. Landsbókasavnið varðar av prentaðum/útgivnum tilfari og Tjóðsavnið varðar av lutum. Roknskapir kunnu varðveitast, men ikki vanlig bókhaldsskjøl, kvittanir o.tíl.

Dømi um privat skjalasøvn:

  1. Advokatvirkir
  2. Arkitektar
  3. Feløg/Felagsskapir
  4. Fyritøkur/Virkir
  5. Gerðabøkur
  6. Handlar
  7. Politisk áhugafeløg
  8. Privat/persónligt brævaskifti
  9. Skipsdagbøkur
  10. Skjøl hjá privatpersónum