Reglur og vegleiðingar
Í sambandi við avhending av kt-skipanum og dátum frá kt-skipanum, har avgerð er tikin um, at varðveitingavirði finst, skulu myndugleikarnir avhenda eitt avrit (skjalasavnsútgávu) til Tjóðskjalasavnið.
Hetta skal gerast, áðrenn dátu- og kt-skipanir verða strikaðar, ella tá dátur ikki verða brúktar longur í fyrisitingarligum høpi.
Myndugleikar - sum arbeiða við skjølum, ið eru umfatað av persónsupplýsingarlógini - skulu avhenda skjøl, ið skulu varðveitast, til Tjóðskjalasavnið.
Um so er, at ein myndugleiki sjálvur velur at varðveita skjøl síni, skal hetta gerast í samsvari við reglur um kt-avhending av skjalasavnsútgávum.
Skjalasavnsútgávan skal vera í einum ávísum tekniskum formati, sum er ásett í vegleiðingini í somu reglum. Uttan mun til hvar og hvussu myndugleikin ynskir at varðveita skjøl síni, skal hetta gerast sambært reglunum hjá Tjóðskjalasavinum.
- Sí eisini:
- Forrit og talvur til framleiðslu av skjalasavnsútgávum
- Royndarkanningar av skjalasavnsútgávum
- Vraking av skjølum
- Dátureinsan í skjalasavnsútgávum
- Dømi um skjalasavnsútgávur
- Lógir og reglur
- Samband:
- Um ivamál ella spurningar eru, ber til at seta seg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita sær hjálp og vegleiðing:
- Rói Eliasen
- Kt-arkivarur, cand.mag.
- Tel: +298 340 542
- [email protected]
ella
- Tjóðskjalasavnið
- Tel: +298 340 540
- [email protected]
- Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.
Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur, hevur framløgu um føroysku skjalasavnslóggávuna tann 8. mars 2018 á Hotel Føroyum: sí her.