Skip to main content

Á lesistovuni finnast kopi, mikrofilmar og fløgur av savnindum, ið vanliga verða nógv nýtt; eitt nú úr kirkjubókum, fólkateljingum og skiftiprotokollum.

Vitjandi á lesistovuni kunnu nýta hesi avrit. Vanliga er galdandi, at ein bert kann taka eina protokoll, eina savnseskju ella eina filmrullu í senn. Um ein ynskir at nýta tilfar, ið finnist í høvuðs- ella útgoymslu, skal ein fylla út bíleggingarseðil á lesistovuni. Starvsfólk á lesistovuni avgreiða síðani bíleggingina. Størsti parturin av tilfarinum, ið vanliga verður nýtt, er í høvuðsgoymsluni. Savnindi úr høvuðsgoymsluni verða vanliga avgreidd innan ½ tíma. Fyri savnindi, ið liggja í útgoymsluni, má roknast við at avgreiðsla kann taka upp til eina viku. Savnindi, so sum kirkjubøkur, skiftiprotokollir, skeyti- og pantiprotokollir o.l. kunnu tó ikki leggjast av.

Lesistovu Landsskjalasavnsins finnur tú á V. U. Hammerhaimbs gøtu 11 í kjallaranum. Tað er í sama bygningi sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Sama inngongd, men oman trappurnar. Øll kunnu koma á lesistovu Landsskjalasavnsins at síggja og arbeiða við savnindum okkara, t.d. kirkjubókum, fólkateljingum, manningarlistum, journalum og øðrum. Tú skrivar teg inn, tá tú kemur og reglur er fyri, hvussu skjølini skulu handfarast. Meginreglan er, at tú sjálv/ur finnur, bíleggur og arbeiðir við teimum skjølum og protokollum, sum tær tørvar. Vit vegleiða teg sjálvsagt á rætta leið, um tørvur er á tí. Um drúgt kanningararbeiði skal gerast, taka vit pening fyri tað.

 

Flestu savnindini stava frá almennum stovnum, bæði lands- og ríkisstovnum og kommunum, men eisini eru privat søvn. Savnindini fevna um tíðina frá umleið 1300 til í dag og eru í vavi góðar 5 kilometrar. Vit hava somuleiðis kort og tekningar. Partar av skjølunum verða goymd á fjargoymslu og tí kann bíðitíð vera. Øll savnindi eru ikki beinleiðis tøk fyri vitjandi, men koma undir serligar reglur um atgeingi. Í skjalasavnslógini eru ymsar ásetingar um, hvussu gomul savnindini skulu vera, áðrenn tey eru atgeingilig, og kunnu lænast á lesistovuna. Reglurnar eru millum annað gjørdar fyri at verja privatlívið hjá einstaklingum. Vanligur atgeingisfreistirnar eru: Vanlig skjøl 30 ár Persónsmál 80 ár Persónsmál kunnu til dømis vera kirkjubøkur, faðirskapsmál, starvsfólkamál, ættleiðing, fólkateljingar, rættarmál og so framvegis. 

Upplatingartíðir:

Vanliga

Mána- til fríggjadag frá kl. 13.00 til 16.00

 

Samband: Helgi Eidesgaard

Telefon: 790543

e-postur: [email protected] ella [email protected]