Tjóðskjalasavnið hevði 90 ára føðingardag týsdagin 4. oktober, og Frøði hesaferð er eitt temablað um virksemið hjá Tjóðskjalasavninum. Nógv halda, at skjalasavnsvirksemi mest snýr seg um at hyggja aftur í søguna. Og rætt er, at Tjóðskjalasavnið skal duga at leita í gomlum skráum og lesa gomul skjøl, men nú er høvuðsuppgávan vorðin at fylgja samtíðini og at skoða inn í framtíðina.
Avgerðin um, hvat almennu Føroyar skulu varðveita fyri at tryggja framtíðar søguna, fyrisitingarligu góðskuna og rættartrygd borgaranna, liggur á herðum Tjóðskjalasavnsins. Henda uppgáva, at velja, hvat skal varðveitast, og hvat skal vrakast, hevur týdning, bæði fyri samtíð og framtíð. At fremja hetta í verki krevur serkunnleika, fjølbroyttar royndir og víðfevndar heimildir.
Greinirnar í hesi útgávu av Frøði vísa, hvussu fjølbroytt skjalasavnsarbeiði er. Nakrar greinir líta meira aftur í tíð, aðrar meira frameftir.
Greinin um Skjalavarðveiting í 90 ár lýsir gongdina, frá at skjalavarðveiting var ein tænasta, til hon gjørdist ein skylda. Greinin Sálarsjúk send til Danmarkar vísir á vandarnar við strangum vrakingarpolitikki, m.a. hvussu journalir hjá sálarsjúkum fyrst í 20. øld vórðu vrakaðir.
Úr einum søguligum sjónarvinkli lýsir greinin Vita altíð hvør mamman er, hvussu fløkjasligt tað viðhvørt kann vera at staðfesta foreldraskap. Síðani verður í greinini Journalin, eitt týdningarmikið leitiamboð, m.a. greitt frá týdninginum av at hava góð amboð at leita og finna í skjalasavni.
Greinin Talgild menning umrøður bæði fyrimunir og vansar við tí framferðarhátti, sum Tjóðskjalasavnið hevur valt at varðveita talgilt tilfar. Í greinini Tvær kvinnulagnur í 1800-talinum, verður greitt frá, hvussu tvær kvinnur verða revsaðar, onnur fyri at eiga barn uttan fyri hjúnalag, og hin fyri at taka lívið av nýfødda barni sínum.
Greinin Goymd ella gloymd snýr seg um, hvussu lógarverkini um dátuvernd og skjalasøvn heimila at varðveita persónupplýsingar. Í søguligu greinini Nýggjar tíðir - nýggjar bøkur verður við skrásetingum í 1700-talinum víst á, hvat slag av lesnaði fanst í Føroyum tá, og síðani verður hugleitt um átrúnaðarliga rákið, sum hesar ‘nýggju bøkur’ vóru partur av.
Í greinini Hví skulu vit varðveita hagtals- og granskingardátur verður ljós varpað á týdningin av at varðveita granskingartilfar og hagtøl í talgildum formi, so at tilfarið framyvir ikki missir sítt granskingarliga virði.
Í greinini Felags eyðkenni verður m.a. víst á, hvussu einstáttaðir arvaeginleikar saman við góðari skráseting av ætt og sjúku, gera, at Føroyar eru í eini serstøðu innan ílegugransking. At enda verður í Eitt skattkamar um forfedrar okkara greitt frá, hvussu tvey, sum brúka lesistovu Tjóðskjalasavnsins nógv, við rannsóknum í skjølum frá 1700-talinum hava skrivað søguna um Beintu.
Høvundarnir, ið skriva hesaferð, eru Sámal Tróndur Finnsson Johansen, Hanna Simona Christiansen, Annika Skaalum, John Kjær, Poul Andrias Simonsen, Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen, Jákup Reinert Hansen, Rói Eliasen, Guðrið Andorsdóttir, Magni Laksafoss og Lydia Laksafoss.