Hvat er ein journal?

 

Orðið journal er franskt og merkir dagbók. Í dagliga virkseminum á einum stovni, verður journalin – ella journalskipanin – nýtt sum stýringsamboð í sambandi við dagligu umsitingina. Í stuttum kann sigast, at journalin er eitt fyrisitingarlig hjálpiamboð, har øll inn- og útgangandi skriv, innanhýsis viðtøkur og annað, ið hevur týdning fyri málsviðgerðina hjá stovninum, verður skrásett dagliga.

Ein journal er eitt hent amboð í sambandi við leiting.

Um vit t.d. hyggja at einari journal hjá Færø Amt (Færø Amts Skoledirektion), er hon eitt gott dømi um, hvussu ein journal hevur verið uppbygd, og hvussu vit kunnu nýta hana í sambandi við leiting.

Fyrstu árini er journalin kronologiskt uppbygd. Soleiðis at øll skriv, ið komu inn til amtið, vóru skrásett í tí raðfylgju/dagfesting tey vóru móttikin, uttan at verða býtt í evnisbólkar. Tó kunnu tilvísingar til líknandi mál eisini verða skrásett.

Í tríatiárunum verður journalin broytt til eina evnisbýtta journal, og øll skriv, ið hava samband við sama mál, verða skrásett undir sama málsnummari.

Í journalini er ein stuttorðað frágreiðing um, hvat málið snýr seg um. Samstundis er skrásett, hvør hevur sent málið/skrivið til amtið og hvat amtið síðani ger við tað.

Skal leitast eftir einum ávísum máli/skrivi, sum t.d. fútin hevur sent til amtið, er lættast at leita í raðnum, har sendarin er skrásettur.

Um ein bert veit um eina ávísa hending, men ikki hvør kann hava skrivað til amtið, ber til at leita í raðnum, har innihaldið er endurgivið. 

Hetta hevur við sær, at í teimum eldru journalunum, er ein noyddur at gjøgnumganga alt tilfarið, sum er fyri tíðarskeiðið, meðan lættari er, tá ið journalirnar eru evnisbýttar, og ein tá kann leita í tí evnisbólki, ið hevur samband við tað ávísa málið.  

Journalin kann eisini brúkast til at síggja svarið ella avgerðina, sum amtið hevur tikið í ávísum málum. 

Fram til 1882 eru serligar kopibøkur, sum innihalda øll útgangandi skriv. Eftir hetta eru svarskriv skrivað á serlig ørk og eru at finna í sjálvari málsmappuni.