Um ein ynskir at nýta tilfar, skal ein fylla út bíleggingarseðil á lesistovuni. Starvsfólk á lesistovuni avgreiða síðani bíleggingina.
Meginreglan er, at tú við yvirlitunum yvir søvn sjálv/ur finnur, bíleggur og arbeiðir við teimum skjølum og protokollum, sum tær tørvar.
Vit vegleiða teg sjálvandi á rætta leið, um tørvur er á tí. Vanligt er galdandi, at ein bert kann læna eina protokoll ella eina savnseskju út á lesistovuna í senn.
Størsti parturin av tilfarinum, ið vanliga verður nýtt, er á høvuðsgoymsluni. Skjøl úr høvuðsgoymsluni verða vanliga avgreidd sama dag.
Fyri skjøl, ið liggja á fjargoymslunum, má roknast við at avgreiðsla kann taka upp til eina viku.
Tó ber ikki altíð til at fáa atgeingi til øll skjøl, tí tey koma undir serligar reglur um atgeingi. Sí meir her.
Sí eisini hjálp og vegleiðing her.
Avrit, skanningar, myndir o.a. av upprunaskjølum
Tað ber til at fáa avrit, skanningar ella taka myndir (uttan blits) av upprunaskjølum. Vanlig avrit verða bert tikin av upprunaskjølum, sum eru í góðum standi, tó ikki av upprunaskjølum ið eru innbundin og/ella við innsigli. Slík skjøl mugu skannast.
Eisini ber til at bíleggja skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) v.m. mótvegis gjaldi.
Tosað við starvsfólkini um hetta.
Sí prísir.