Privat skjalasøvn

 

Tjóðskjalasavnið tekur ímóti privatum pappírs- og kt-skjalasøvnum, har mett verður at varðveitingarvirði fyri eftirtíðina finst. Sí lógir og reglur.

Hetta kunnu til dømis vera skjøl frá virkjum, vinnuligum feløgum, áhugafeløgum, átrúnaðarligum felagsskapum, arkitektar og privatum persónum. 

Avhendingin er sjálvboðin, tvs. kemur vanliga fyri við at avhendarin vendir sær til Tjóðskjalasavnið av sínum eintingum. 

Privat skjøl fyri Suðuroynna kunnu avhendast Tvøroyarar Skjalasavni, og privat skjøl fyri Norðoyggjar kunnu avhendast Norðoya Fornminnasavni. 

Samband:

Um tú ætlar at avhenda privat pappírsskjøl og/ella kt-skjøl til Tjóðskjalasavnið, ella tú hevur aðrar spurningar viðvíkjandi privatum skjalasøvnum, vinaliga set teg í samband við Tjóðskjalasavnið fyri at leita tær hjálp og vegleiðing:

  • Tjóðskjalasavnið
  • Tel: +298 340 540
  • [email protected]
  • Mánadag - fríggjadag, kl. 10.00 - 15.00.