Um tú kemur á lesistovu okkara í vanligari upplatingartíð, er tað ókeypis at læna tey savnsskjøl, ið tú ynskir at síggja, og brúka tey á lesistovuni. Eisini veita vit ókeypis vegleiðing á staðnum um neyðugt. Stutt sagt er vanligt brúk á lesistovuni ókeypis.
Fyri aðrar tænastur, sum til dømis, skanningar/avrit av savnsskjølum, útvegan av váttanum ella skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði) - tvs. har starvsfólk á Tjóðskjalasavninum skulu leita fram, og/ella transskribera (avskriva) savnsskjøl fyri viðskiftafólk – verður álagt eitt gjald.
Vanligu prísir fyri slíkar tænastur eru:
Avgreiðslugjald - 40 kr. (Avgreiðslugjald verður ikki kravt fyri smærri avrits/útprentsuppgávur hjá vitjandi á lesistovuni.) |
A4 (fyri eintakið) - 3 kr. |
A3 (fyri eintakið) - 5 kr. |
Avgreiðslugjald - 40 kr. |
Vanlig skanning (svørt/hvít) - 10 kr./mynd. |
Vanlig skanning (í litum) - 20 kr./mynd. |
Góðskuskanning (til prent) - 250 kr./mynd. |
Grundgjald fyri geyma - 100 kr. |
(Fyri skanning á geyma verður gjaldið sett í mun til, hvussu nógv savnsskjøl eru á geymanum, dygdina av skanningini og hvussu nógva tíð tað krevur at gera arbeiðið.) |
400 kr./tíma - Tímagjald. (Har starvsfólk á Tjóðskjalasavninum leita fram, og/ella transskribera (avskriva) savnsskjøl fyri viðskiftafólk.) |
Goldið verður í minsta lagi fyri ein tíma (fyrsta tíman) og síðani verður goldið fyri hvørt byrjað korter (á 100 kr.). |
50 kr. pr. avgreiðslu. |
Vitjandi á lesistovuni gjalda ikki fyri vegleiðing og lesistovulán.
(Tó mugu vitjandi gjalda fyri skjalasavnsrannsóknir (kanningararbeiði), ið starvsfólk gera fyri tey.)
Samband:
Tú kanst venda tær til Tjóðskjalasavnið, um so er, at tú hevur spurningar, ella ynskir fleiri upplýsingar viðv. prísum fyri tænastur (eisini prísir fyri tænastur viðvíkjandi kt-skipanir/skjøl):