Gotisk handskrift bleiv nýtt fram til umleið 1875, tískil er tað neyðugt hjá teimum, ið ynskja at arbeiða við handskrivaðum upprunakeldum frá fyri 1875 at læra seg gotiska handskrift.
Umsitingarlig skjøl blivu skrivað við hond til umleið fyrst í 20 øld.
Prentað gotisk skrift er einfaldari at læra seg at lesa enn tann bylgjuta gotiska handskriftin.
Ymisk leinki viðvíkjandi gotiskari hondskrift
Á heimasíðuni hjá Ríkisskjalasavninum í Danmark finst nógv kunnandi tilfar um gotiska handskrift. Sí her.
Gotiskt alfabet (pdf)
Arkivverket í Noregi hevur ment eina ókeypis app til iOS-stýriskipanir, har ein kann venja seg at lesa gotiska handskrift: Gotisk håndskrift.